Varskógvaraskipan fyri alment sett fyri tingið

Varskógvaraskipan fyri alment sett fyri tingið
Á næsta tingfundi, sum verður týsdagin, fer landsstýrið at leggja fram uppskot um varskógvaraskipan hjá starvsfólki, sum arbeiða hjá tí almenna.
Landsgrannskoðanin skal umsita varskógvaraskipanina.
 
16.08.2018 - 08:14

Uppskotið var til hoyringar í mars og apríl. 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði tá í viðmerkingunum um uppskotið, at hóast Fíggjarmálaráðið yvirskipað varðar av skipanini, eru tað bara Landsgrannskoðanin og starvsfólk har, sum hava atgongd til upplýsingar, sum verða fráboðaðar um varskógvaraskipanina.

Ætlanin er, at Landsgrannskoðanin tí skal umsita varskógvaraskipanina.  

Mál, sum boðað verður frá í øðrum londum, eru yvirhøvur um fíggjarlig viðurskifti, og serliga tí verður mett, at Landsgrannskoðanin eigur at umsita skipanina.

Landsgrannskoðanin er eisini uttan fyri landsfyrisitingina, og tað verður mett sum eina eyka trygd hjá starvsfólkunum.

Í øðrum londum umsitur ríkisgrannskoðanin varskógvaraskipanir.

Landsgrannskoðanin skal í fyrstu atløgu meta um fráboðanina og gera av, um talan er um viðurskifti, sum eru fevnd av varskógvaraskipanini.

Kemur Landsgrannskoðanin til ta niðurstøðu, at talan er um viðurskifti, sum eiga at verða kannað, verður aðalstjórin, sum varðar av økinum, kunnaður um málið. Aðalstjórin skal síðani seta eina kanning í verk.

Tá málið er kannað, letur aðalstjórin Landsgrannskoðanini frágreiðing um málið. 

Landsgrannskoðanin skal eisini kunna løgmansstjóran og aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum og koma við tilmælum um, hvussu viðurskiftini verða fingin í rætt lag.

Hetta uppskotið um varskógvaraskipan er ikki fyrsta slíka skipan í Føroyum. 

Føroysku peningastovnunum er álagt at hava eina varskógvaraskipan, har starvsfólk dulnevnt ella navngivið kann boða frá óreglusemi.

Tað er lógarkrav, at bankarnir hava eina innanhýsis varskógvaraskipan, og at starvsfólk kunnu venda sær gjøgnum varskógvaraskipana til Fíggjareftirlitið.

Varskógvaraskipanin, sum nú er á veg í løgtingið, verður galdandi fyri landsfyrisitingina og stovnar undir landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928