Varskógvaraskipan løgd fyri tingið

Varskógvaraskipan løgd fyri tingið
Nú er uppskotið um varskógvaraskipan hjá starvsfólkum, sum arbeiða hjá tí almenna, lagt fram í Løgtinginum.
Kristina Háfoss, sum er landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur, at ein varskógvaraskipan er kanska serliga neyðug í Føroyum, tí í einum so lítlum samfelag eru persónligu sambondini lutfalsliga tøtt.
 
21.08.2018 - 15:45

Kristina Háfoss, sum er landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur tað vera av sera stórum týdningi, at starvsfólk, sum arbeiða í almenna geiranum, kunnu kenna seg trygg við at boða frá møguligum óreglusemi innan tað almenna.

Føroysku peningastovnunum er álagt at hava eina varskógvaraskipan, har starvsfólk kunnu dulnevnt ella navngivið boða frá óreglusemi.

Landsstýriskvinnan heldur, at ein varskógvaraskipan er kanska serliga neyðug í Føroyum, tí í einum so lítlum samfelag eru persónligu sambondini lutfalsliga tøtt, og persónligu avleiðingarnar kunnu gerast lutfalsliga ógvusligar, um eitt starvsfólk velur at varskógva um óreglusemi.

Tað verður Landsgrannskoðanin, sum skal umsita varskógvaraskipanina.

Landsgrannskoðanin er uttan fyri landsfyrisitingina, og tað verður mett sum ein eyka trygd hjá starvsfólkunum.

Landsgrannskoðanin skal í fyrsta atløgu meta um fráboðanina, og verður niðurstøðan, at talan er um viðurskifti, sum eiga at verða kannað, verður aðalstjórin, sum varðar av økinum, kunnaður um málið.

Aðalstjórin skal síðan seta eina kanning í verk.

Løgtingið fer at viðgera uppskotið um varskógvaraskipan hósdagin í næstu viku, tað er tann 30. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083