Myndir: Krúnprinsahúskið á vitjan

Myndir: Krúnprinsahúskið á vitjan
Í morgun kom Dannebrog á Havnina við krúnaprinsahúskinum. Almenna skráin fyri kongavitjanina byrjar í dag.
Krúnprinsahúskið vitjar í Tinganesi, har løgmaður er vertur.
 
23.08.2018 - 10:02

Nógv fólk høvdu leitað sær oman á Bursatanga at taka ímóti krúnprinsahúskinum.  

Krúnprinsahúskið vóru øll í fínum, føroyskum klæðum. 

Fríðrikur krúnprinsur fekk føroysku klæðini frá landsstýrinum og løgtinginum. Vesturin er reyður við ymsum broderaðum, grønum bløðum. 

Klæðini hjá Mary krúnprinsessu vórðu latin av landsstýrinum og løgtinginum í 2005, tá krúnprinsessan vitjaði í Føroyum fyri fyrstu ferð. Fyrri- og turriklæðið er myrkagrønt við margarittum. Silvurið er serstakt og sniðgivið til Mary. 

Krúnprinsabørnini hava fingið føroysk klæði í gávu frá løgtingum, landsstýrinum og frá ymsum kommunum í samband við kongaligu vitjanina í dag. 

Føroysku klæðini hjá Christian prinsi eru gáva frá Tórshavnar kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. Vesturin er reyður, og blómurnar eru reyðar og lillaðar við ymsum grønum bløðum.

Tey føroysku klæðini hjá Isabellu prinsessu eru gáva frá Sunda kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. 

Føroysku klæðini hjá Vincent prinsi eru gáva frá Runavíkar kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. Vesturin er reyður við siðbundnum, føroyskum mynstri. 

Føroysku klæðini hjá Josephine prinsessu eru gáva frá Klaksvíkar kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu.

Á Bursatanga helt millum annað løgmaður røðu. 

Fyri løtu síðani kom krúnprinsahúskið til Tinganesar, har løgmaður er vertur. 

Eftir móttøkuna á Tinganesi spákar krúnprinsaparið yvir til Vágsbotn, har nógv fólk longu bíða spent. 

Fleiri myndir eru á Facebook-vanga okkara, har vit dagføra myndamappuna so hvørt. Tær finnur tú her: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136