Meslingar ganga í Evropa

Meslingar ganga í Evropa
Frá januar til juni í ár, vórðu staðfestir 41.000 tilburðir av meslingum í Evropa. Í fjør vórðu 24.000 tilburðir staðfestir alt árið.
 
23.08.2018 - 11:08

Heimsheilsustovnurin, WHO, heitir á evropeisku londini um at leggja størri áherðslu á at fáa fólk at koppseta seg ímóti meslingum, tí meslingar breiða seg skjótt í fleiri evropeiskum londum.

Frá januar til juni í ár, vórðu staðfestir 41.000 tilburðir av meslingum í Europa. Tað er munandi meir enn í fjør, tá 24.000 tilburðir vórðu staðfestir alt árið. Og tað eru fýra ferðir fleiri tilburðir enn í 2016.

Fyrra hálvár í ár eru 37 fólk í Evropa deyð av meslingum, tey vóru 35 í alt árið í fjør.

Zsuzanna Jakab, sum er økisleiðari hjá WHO í Evropa, sigur, at meslingar breiða seg frá øki til øki í Europa.

Hon mælir til, at londini gera meira fyri at fáa fólk at koppseta seg ímóti meslingum, og skal koppsetingin hava nakra ávirkan, so mugu minst 95 % av fólkinum koppsetast.

Í sjey evropeiskum londum vóru fleiri enn 1000 tilburðir fyrra hálvár, teir vóru í Fraklandi, Georgia, Grikkalandi, Russlandi, Serbia og í Ukraina.

Ringast stendur til í Ukraina, har 23.000 tilburðir vóru fyrra hálvár. Í Serbia doyðu 14 fólk av meslingum, og tað er hægsta talið fyri eitt land.

Meslingar smitta illa, og tí er vandi fyri umfarssjúkum, um ikki tamarhald fæst á gongdini. Í serligum vanda eru børn og kvinnur, sum eru við barn, sigur heimsheilsustovnurin í áheitanini á evropeisku londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956