60 nýggj skeið á kvøldskúlanum

60 nýggj skeið á kvøldskúlanum
Tórshavnar kvøldskúli hevur 60 nýggj skeið í vetur afturat teimum 233, sum eisini vóru í fjør.
 
28.08.2018 - 09:27

Jógvan Sørin Hansen, stjóri, sigur, at serliga eru nógv nýggj skeið um film.

Størri samstarv við Klippfisk hevur gjørt, at Kvøldskúlin nú kann bjóða skeið um at skriva til skíggja, um leikstjórn, at nýta ljós til film, at nýta videokamera, um klipping, um at gera heimildarfilm og so framvegis.

Eisini er "bootcamp" í skránni, har tey, sum hava verið á Nóllywood, hava fyrimun. Hetta er filmsskúli fyri ung.

Sjónleikaraskúlin hevur skeið til ymsar aldursbólkar, skeið um at skriva handrit til sjónleik og skeið um at sniðgeva pall og ljóð til sjónleik. 

Tilboðini til útlendingar eru eisini víðkað munandi. 

Kvøldskúlin er farin undir nýggjan leist, har útlendsku næmingarnir verða býttir í tveir bólkar, so frálæran kann leggjast til rættis eftir tørvinum hjá næmingunum.

Tað er, at tey, sum duga eitt sindur av føroyskum, eru ikki saman við teimum, sum als ikki duga føroyskt.

Tilmeldingin á heimasiðuni hjá Tórshavnar kvøldskúla byrjaði í gjárkvøldið og endar sunnukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145