Myanmar vísir ST-frágreiðingini aftur

Myanmar vísir ST-frágreiðingini aftur
ST kunngjørdi mánadagin eina frágreiðing, har herurin í Myanmar m.a. verður lagdur undir at fremja fólkamorð. Myanmar vísir frágreiðingini aftur.
Í ST-frágreiðingini verður millum annað funnist hvassligt at Aung San Suu Kiy, sum er sivilur leiðari í Myanmar.
 
29.08.2018 - 11:04

Myanmar vísir einari ST-frágreiðing aftur, har herurin í landinum verður lagdur undir at hava roynt at fremja fólkadráp móti muslimska rohingya-minnilutanum. Tað sigur ein talsmaður fyri stjórnina í Myanmar.

ST-frágreiðingin varð almannakunngjørd mánadagin.

- Vit loyvdu ikki ST at sleppa inn í Myanmar, og tí góðtaka vit onga yvirlýsing frá mannarættindaráðnum hjá ST, sigur talsmaðurin sambært AFP.

ST mælir til, at málið verður latið altjóða revsidómstólinum, ICC.

Mælt verður eisini til, at herovastin og fleiri generalar í landinum koma fyri ein dómstól fyri at hava roynt at fremja fólkadráp og brotsgerðir móti mannaættini, skrivar Reuters.

Umleið 700.000 rohingya-muslimar eru flýddir úr Mynamar til Bangladesh, síðani herurin fór at jagstra teir fyri einum ári síðani. 

Í ST-frágreiðingini verður eisini funnist hvassliga at sivila leiðaranum í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1991 fyri at stríðast ímóti hermannastýrinm í Myanamar. 

Aung San Suu Kyi hevur ikki brúkt støðu sína sum stjórnarleiðari ella moralska myndugleikan at byrgja fyri ella at forða tí, sum er hent, stendur í ST-frágreiðingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303