180 milliónir fyri at rudda í Grønlandi

180 milliónir fyri at rudda í Grønlandi
Fíggjarmálaráðharrin legði í gjár fram fíggjarlógaruppskot fyri komandi ár. Umframt blokkstuðul eru pengar eisini settir av til onnur átøk.
Danski fíggjarmálaráðharrin legði fram fíggjarlógaruppskoti til komandi ár í gjár.
 
31.08.2018 - 08:15

Kristian Jensen, fíggjarmálaráðharri í Danmark, legði í gjár fram fíggjarlógaruppskot fyri komandi ár. 

180 milliónir krónur eru settar av til at rudda upp eftir hernaðarligt amerikanskt virksemi í Grønlandi.

Hetta er liður í einari avtalu, sum grønlendska landsstýrið og danska umhvørvismálaráðið gjørdu í januar.

Eisini er 1,1 millión sett av til kunningarátak viðvíkjandi faðirleysum grønlendarum og rættindum teirra umframt viðgerðartilboð til faðirleys børn. Frá 2020 verða 900.000 krónur settar av árliga til endamálið.

Danski staturin brúkar harumframt 576,2 milliónir krónur til 31 málsøki, ið danir hava ábyrgdina av í Grønlandi.

Blokkurin úr Danmark til Grønland komandi ár er 3 milliardir og 857 milliónir krónur, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053