Grønlendska fiskivinnuuppskotið eigur at bíða

Grønlendska fiskivinnuuppskotið eigur at bíða
Brúk er fyri longri tíð at gera neyðsemju um lógina, sigur grønlendska fiski- og veiðimannafelagið
 
09.09.2018 - 09:56

Í Grønlandi eigur uppskotið um nýggja fiskivinnulóg ikki at verða lagt fram nú. Brúk er fyri longri tíð at gera neyðsemju um lógina. Tað sigur grønlendska fiski- og veiðimannafelagið.

Arbeiðsgevarafelagið í Grønlandi hevur sama sjónarmið.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, hevur boðað frá, at hann fer at lurta eftir sjónarmiðunum hjá vinnuni um nýggju fiskivinnulógina. Men hann leggur samstundis dent á, at uppskotið, sum nú verður arbeitt við, tekur støði í lógaruppskotinum, sum datt burtur, tá landstingsval varð útskrivað.

Stjórin í fiski- og veiðimannafelagnum sigur, at tað er ov tíðliga at leggja uppskotið fram í heyst, tí avleiðingarnar av lógaruppskotinum eiga at verða betur lýstar. Tí eigur lógaruppskotið í fyrsta lagi at verða lagt fram í vár, heldur fiski- og veiðimannafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572