Tvey harðskapsmál

Tvey harðskapsmál
Tveir menn eru skuldsettir fyri harðskap í hvør sínum máli. 
 
16.09.2018 - 14:11

Tað var um 3-tíðina í nátt, at ein maður slóg ein annan í andlitið. Gerningsmaðurin er handtikin, og liggur í einum kliva og svevur rúsin av sær. Tá hann er komin fyri seg, verður hann avhoyrdur. Hann er skuldsettur fyri harðskap, sigur vakthavandi á politistøðini, Palli Augustinussen. 

Hitt harðskapsmálið hendi hálvan tíma seinni á einum matsølustaði í Havn, har ein maður skallaði og slóg 3 fólk. Maðurin er handtikin og skuldsettur fyri harðskap. Hann liggur eisini og svevur rúsin av sær, og verður avhoyrdur tá hann einaferð kemur fyri seg.

Rendi á eini hús

Tá talan er um harðskapsmál, verða offrini altíð send á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Um hálvgum seks-tíðina rendi ein bilur á eini hús í J.C.Svabosgøtu í Havn. Førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur Palli Augustinusen, vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949