- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: tiltøk, konsertir og sjónleikir næstu tíðina
"Her er einki at gera í Føroyum" - skeivt! Jú, tað er nógv at gera í Føroyum, og fleiri tiltøk eru á skránni, sum tú tó kanska ikki veitst um. Er tað langt síðani, tú vart til sjónleik, so eru fleiri spennandi sjónleikir á skrá - millum annað Shhh í Norðurlandahúsinum, har lesandi kunnu keypa atgongumerki fyri hálvan prís.
Her er ein listi við tiltøkum til tín, sum saknar eitt yvirlit yvir nøkrum av teimum tiltøkunum, sum vera tær komandi vikurnar.
Fremmand og Sakaris í Maggies/Perluni
Fremmand og Sakaris bjóða til elektroniska veitslu í Perluni. Fremmand er nýggjur bólkur við føroysku sangarinnuni Janu Hjalgrímsdóttir á odda. Íblásturin frá new wave stílinum er tíðiligur, og setur tað serligan dám á huglagið, at Jana skiftir ímillum at syngja á føroyskum og enskum.
Sakaris er eitt vælkent, føroyskt navn, og tað er torført at standa í frið, tá elektronisku tónarnir sveima gjøgnum luftina. Hetta kvøldið spælir eisini Sakaris nøkur nýggj løg.
Hóskvøldið 20.september í Maggies og leygarkvøldið 22. september í Perluni.
Klokkan: 20.00
Prísur: 100 krónur. Les meira og keyp atgongumerki her.
KC Hjallur og vín á Katrinu Christiansen
Hjallurin hjá Katrinu á Húsabrúgv er á tremur við kjøti og pylsum, bæði úr Føroyum og Spania. Vínkjallarin er av hópum við útvaldum hágóðsku víni.
Hvønn fríggjadag og leygardag til og við leygardagin 29. september.
Klokkan: frá kl. 16 til kl. 18.
Upp við horninum
UVH bjóðar nú á eina spennandi konsert við Dansk/Italienska bólkinum Hexis, ið spæla eina blanding av Hardcore, og doomy Black Metal. Við á konsertini spæla eisini Iron Lungs.
Fríggjadagin 21. september í Perluni í Havn.
Klokkan: 21:00.
Prísur: 125 krónur. Les meira og keyp atgongumerki her.
Swangah og Sámal Ravnsfjall í Bassalt
Leygarkvøldið framføra eingir aðrir enn Swangah í Bassalt. Seinni kanst tú førka teg frá dansigólvinum í Bassalt niðan í hugnliga barrina, Loca, har Sámal Ravnsfjall spælir nøkur løg.
Swangah í Bassalt kl. 23.00 og Sámal Ravnsfjall í Loca kl. 00.00.
Ó skipar fyri barrgrulving og upphiting til konsertina. Lesandi við Ó-korti fáa ókeypis atgongd. Eingin annar prísur upplýstur. Les meira her.
Heystkonsert við Føroya Symfoni orkestri
Nú byrjar nýggja leikárið hjá Føroya Symfoniorkestri við a-moll klaverkonsertini hjá Grieg og 5. symfoni hjá Tchaikovsky. Í klaverkonsertini verður ungi íslendingurin Víkingur Ólafsson solistur, sum er ein heimskendur og nógv umbiðin virtuosur.
Sunnukvøldið 23. september í Norðurlandahúsinum.
Klokkan: 16.00.
Prísur: 150 krónur. Les meira og keyp atgongumerki her.
Kvøld við írskum fólkatónleiki
Tað er bretski tónleikarin Johnny Campbell og føroyski bólkurin Sharon’s men, sum spæla írskan tónleik.
Fríggjakvøldið 28. september í Maggies og leygarkvøldið 29. september í Perluni.
Klokkan: 20:00.
Prísur: 75 krónur. Les meira og keypt atgongumerki her.
Eplafestivalurin 2018
Gott fólk og góðir bitar á Sandi. Kanst tú siga nei til neytalortakapping?
Leygardagin 29. september er Eplafestivalurin á Sandi.
Klokkan: Byrjar kl 10.
Les meira um eplafestivalin her.
Hitmen í Luux.
Man veit, at nógv fólk fara í býin, tá okkurt spennandi er í Luux, og Hitmenn plaga sjáldan at sláa feil.
Leygarnáttina 29. september.
Klokkan: 23:59.
Prísur: Atgongumerki til Luux kostar 100 krónur.
Jazzur - Lea Kampmann
Lea Kampmann vann heiðurin sum ársins einstaklingur til ársins FMA, har hon eisini varð tilnevnd sum ársins songkvinna, ársins nýggja navn, og har fløga hennara Common Blue varð í uppskoti til ársins útgávu. Nú spælir hon ókeypis konsert á hvonn, tá hugnaligi týsdagsjazzurin aftur er á skránni.
Týskvøldið 2. oktober í Hvonn í Havn.
Klokkan: 21:00.
Prísur: Ókeypis.
TEITUR útgávukonsert
Tað eru 11 ár liðin, síðani Teitur gav út seinastu fløguna. Í oktober verður so útgávukonsert í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind”. Seinastu árini hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festivalinum og í Spaniastovu. Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt.
Fyrsta konsertin verður 4. oktober í Blábarr í Havn, og seinasta konsertin verður í Løkshøll í Runavík tann 10. november.
4. oktober: Blábarr, Tórshavn
5. oktober: Maggie’s, Nólsoy (útselt)
6. oktober: Tøting, Syðrugøta
11. oktober: Mikkeller, Tórshavn
12: oktober: Bygdarhúsið, Kunoy
13. oktober: Listastovan, Miðvágur
9. november: Salt, Drelnes
10. november: Løkshøll, Runavík
Prísur: 200 krónur. Les meira og keyp atgongumerki her.
FØROYAR - ASERBADJAN
Týskvøldið 11. oktober spæla Føroyar aftur í Nations League-kappingini. Hesa ferð skulu Føroyar hitta Aserbadjan. Seinast, tá Føroyar tóku ímóti Malta á heimavølli, varð útselt á Tórsvølli.
Klokkan: 19.45
Prísur: millum 200 og 150 krónur. Keyp atgongumerki her.
Páll Finnur Páll í Maggies
Fríggjakvøldið 12. oktober eru Páll Finnur Páll á skránni á hugnaliga tónleikastaðnum í Nólsoy. Bólkurin hevur seinastu tíðina útgivið nýggja stakløg, sum eru blivin sera væl móttikin.
Klokkan: 20:00
Prísur: 160. Les meira her.
A tribute to The Eagles and Hotel California
Leygarkvøldið 13. oktober verður serstøk konsert í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina eykakonsert, tí fyrst lýsta konsertin varð útseld eftir stutta tíð. ALBUM er upprunaliga ein donsk konsert verkætlan. Konsertin snýr um, at framføra eina heila kenda LP frá 70´unum. ALBUM spæla Hotel California hjá The Eagles.
Klokkan: 17:00
Prísur: 300 krónur. Les meira og keyp atgongumerki her.
Sjónleikur: Shhh // Lestraravsláttur
Ein sterkur, virðisløntur sjónleikur um harðskap í heiminum. Íslendski sjónleikarabólkurin Ratatam skapti Shhh! út frá samrøðum við offur, brotsfólk og avvarðandi, umframt tilfari úr tíðindabløðum og vísindaligum ritum. Tey tóku upp og arbeiddu seg ígjøgnum 200 tímar av video. Søgrnar vóru ofta ræðuligar og pínufullar, men so løgið tað ljóðar, lá tíðum eisini ein myrkur humor undir.
Leygarkvøldið 20. oktober í Norðurlandahúsinum.
Klokkan: 19:30
Prísur: 180 krónur // 90 krónur fyri lesandi. Les meira og keyp atgongumerki her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |