Víkin full av springarum og grind í gjárkvøldið

Víkin full av springarum og grind í gjárkvøldið
Lítil grind doyði í Gøtu. Helvtin fór til heimapartar í Fuglafirði
Gomul mynd av grindadápi í Gøtu. 51 hval doyðu har í gjárkvøldið.
 
22.09.2018 - 09:49

Gøtuvík var full av springarum og grind í gjárkvøldið.

Tað lukkaðist at fáa ein grindabólk burtur úr og reka hann á Syðrugøtu.

51 hval doyðu í drápinum, teir vóru 304 skinn.

Helvtin til heimapartar í Fuglafirði

Helvtin varð flutt til Fuglafjarðar, har grindin varð býtt í heimapartar. 

Hvørt húskið fekk okkurt um tíggju kilo av tvøsti og spiki, verður sagt.

Hon helvtin varð býtt millum teirra, sum vóru við í drápinum í Syðrugøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025