Modric er heimsins besti fótbóltsspælari

Modric er heimsins besti fótbóltsspælari
FIFA hevur valt Luka Modric til heimsins besta fótbóltsspælara í kappingarárinum 2017/2018.
 
25.09.2018 - 10:30

Kroatiski miðvallarin, Luka Modric, hevur havt eitt framúrskarandi fótbóltsár.

Hann vann Champions League við Real Madrid, og kom í HM finaluna við kroatiska landsliðnum.

Í gjár bleiv hann heiðraður sum heimsins besti. Modric endaði frammanfyri Cristiano Ronaldo og Mohammed Salah.

Modric sendi eina serliga heilsu til fyrrverandi miðvallaran á kroatiska landsliðnum, Zvonimir Boban.

Boban var millum bestu spælararnar, tá Kroatia bleiv nummar trý í HM-kappingini í 1998. Luka Modric var tólv ára gamal tá.

-Hann var mín stóra fyrimynd. Kroatiska avrikið í 1998 gjørdi, at vit trúðu, at vit eisini kundu klára okkum væl í HM-kappingini í Russlandi.

-Vónandi kunnu vit vera líka stórar fyrimyndir fyri komandi ættarlið, segði Luka Modric í takkartaluni.

Deschamps besti venjari

Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps varð valdur til besta venjara. 

Deschamps er ein av trimum, sum hevur klárað at vinna heimsmeistarakappingina bæði sum spælari (19989 og venjar (2008).

Hinir eru Mario Zagallo úr Brasil (1958,1962 og 1970) og Franz Beckenbauer úr (Týsklandi 1974 og 1990).

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040