Theresa May hartar Russland

Theresa May hartar Russland
Á fundinum í gjár í ST-trygdarráðnum, nýtti bretski forsætisráðharrin, Theresa May, høvið at finnast at Vladimir Putin fyri eiturálopið í Salisbury
 
27.09.2018 - 10:28

Hon legði hann undir í ráðaloysi at royna at fjala útyvir hjálparmenn hansara.

Meðan russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, sat bert fáar metrar frá henni í ST-høvuðsborgini, nýtti Theresa May høvið at harta Russland fyri eirindaleysa evnafrøðiliga álopið.

- Vit hava sæð, hvat hendir, tá natúrliga tjóðskaparkenslan, sum er hornasteinur í einum sunnum samfelagi, verður broytt til agressiva nationalismu, sum spjaðir ótta og óvissu, fyri at fremja egnu áhugamál síni heima, og fremja tilætlaðar ósemjur úti í heimi. Tað verður gjørt í lógloysi og við at undirgrava stovnar.

- Hetta síggja vit, tá statir, sum Russland, týðiliga gera seg inn á altjóða lógir, - alt frá at fara inn á øki, sum onnur lond hava ræði á - til at agentar hjá GRU brúka evnafrøðilig vápn í gøtunum í Bretlandi.

- Vit mugu vísa, at tað eru betri loysnir at taka sær av strúranini hjá okkara fólki, - og tann loysnin liggur í hondunum á altjóða samstarvi millum sterk og álítandi lond, segði Theresa May á ST-trygdarfundinum.

Hon ávaraði eisini um, at Bretland fer at bumba aftur í Sýra, um evnafrøðilig vápn verða nýtt móti sýriska fólkinum. 

Í apríl í fjør bumbaðu Bretland, USA og Frakland hernaðarstøðir nærindis sýriska høvuðsstðanum, Damaskus, og býnum Homs, eftir at Sýria hevði framt evnafrøðiligt álop í býnum Douma. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522