Velja nýggjan nevndarlim í Betri

Velja nýggjan nevndarlim í Betri
Umboðsráðið hjá Betri samtakinum hevur kallað inn til eykaaðalfund at velja nýggjan nevndarlim.
 
27.09.2018 - 12:13

Umboðsráðið hjá Betri samtakinum hevur kallað inn til eykaaðalfund at velja nýggjan nevndarlim, nú Teitur Poulsen er farin úr nevndini í PF Betri. 

Teitur Poulsen, sum var næstformaður í nevndini, avgjørdi at taka seg úr nevndini. 

Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra Ben Arabo, stjóra, úr starvi.

Gunn Danielsen er nýggjur næstformaður fyri Teit Poulsen.

Umboðsráðið hevði fund í gjár. Tað er Umboðsráðið, sum er valt av tryggingartakarunum, sum velur nevndina í PF Betri. Umboðsráðið hevur nú kallað inn til eykaaðalfund fyri at velja nýggjan nevndarlim. Eykaaðalfundurin verður væntandi í oktober.

Jákup Egholm Hansen er formaður í Umboðsráðnum. Tá hann verður spurdur, um hann framvegis hevur álit á nevndini í PF Betri eftir at nevndin avgjørdi at siga Ben Arabo úr starvi, er svarið, at hann er ein av 35 umboðsfólkum, sum kunnu hava ymsar áskoðanir um málið, og at hansara persónliga áskoðan ikki neyðtúrvliga umboðar sjónarmiðini hjá hvørjum einstøkum av hinum umboðsfólkunum, og tí vil hann ikki úttala seg. 

Um Umboðsráðið framvegis hevur álit á nevndini vil vísa seg, tá regluligi aðalfundurin verður í apríl næsta ár, tá helvtin av nevndini stendur fyri valið, sigur Jákup Egholm Hansen.
 
Ben Arabo sat sum stjóri í Betri banka í slakar 10 mánaðir. Hann tók við eftir Súna Schwartz Jacobsen, sum fór frá við fráfaringaravtalu.

Herfyri fór nevndarformaðurin í PF Betri, Birgir Nielsen frá í samband við eitt mál um eitt húsakeyp.  

Jákup Egholm Hansen sigur, at tað er sera óheppið, at tað er so nógvur ófriður um Betri samtakið. Men hann vil ikki siga, um hann heldur tað vera rætt ella skeivt av nevndini at siga Ben Arabo úr starvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114