Afturum "creme brulee"

28.09.2018 - 18:24
Lívsstílur
Afturum "creme brulee"
Prát við Teit Christensen, sjefkokk í Fútastovu
Teitur Christensen, sjefkokkur í Fútastovu
Mynd: Leivur Thomsen  

Fútastova í Havn er ein matstova, sum hevur lagt seg eftir at borðreiða við fronskum mati í nútímans tulking. Matligu høvuðsábyrgdina hevur Teitur Christensen, sum er sjefkokkur. Í matskránni er ein dessert, sum kallast "creme brulee". Hetta merkir "brent krem". Teitur greiðir frá, hvaðani dessertin stavar, at tað eru nógvar variatiónir av henni og at í Fútastovu leggja tey seg eftir at borðreiða við einari, sum hevur kaffi í.

Teitur fortelur, at í høvuðsheitum er creme brulee ein budingur við "karamell-loki" á. Budingurin verður tilgjørdur við eggum, róma, mjólk, sukri og kaffi. Karamellokið fæst á tann hátt, at man stroyir sukur á tann bakaða budingin, so tað hongur fast, og brúkar gassbrennara til at brenna tað til karamell. Umráðandi er, hvussu konsistensurin er í budinginum, at hann líkasum "hevur sett seg" men framvegis er eitt sindur bleytur í miðjuni, og at karamellið er passaliga brent, t.v.s. ikki ov nógv.

Hóast Teiti sjálvum dámar best myrkabrent karamell, ansar hann eftir ikki at brenna tað ov nógv til gestirnar, tí, sum hann sigur, er hann "góður við teir". Lurta eftir innslagnum, sum varð sent í Vikuskifti 28. september

 
Er kopiera

Sí eisini

12.10.18
86367
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541