Leita eftir formanninum í Interpol

Leita eftir formanninum í Interpol
Formaðurin fyri Interpol, kinesarin, Meng Hongwei, er farin á vitjan í Kina, upplýsir altjóða løgreglufelagsskapurin
 
05.10.2018 - 17:51

Formaðurin fyri Interpol hevur ikki latið frætt frá sær síðani síðst í septembermánaði, tá hann fór av skrivstovuni í Lyon í Fraklandi og skuldi til Kina.

Tað er váttað, at hann er komin til Kina, men tað er ógreitt, hvat hann er. Kona hansara hevur eftirlýst hann.

HongKong-blaðið, South China Morning Post, skrivar í dag, at trygdarmyndugleikarnir í Kina hava kannað Meng. 

Sambært blaðnum varð hann førdur burtur beint eftir at hann steig fóti í land í Beijing. Tað er ikki greitt, hvat kanningarnar snúgva seg um ella hvar Meng er.

Franska løgreglan kannar málið. Sambært myndugleikunum fór hann úr Fraklandi 29. september.

Enn er ógreitt, hvat Meng skuldi í Kina, ella hví kona hansara ikki hevur eftirlýst hann fyrr enn nú.

Í fráboðan, váttar Interpol, at tey vita um, at Meng er horvin, men at tey ikki vilja blandast upp í kanningararbeiðið hjá fronsku og kinesisku myndugleikunum.

Meng er fyrsti kinesiski formaður í Interpol, sum samskipar arbeiðið hjá løgregluni í 192 londum. 

64 ára gamli Meng varð valdur til formann í november 2016, og skal sita til 2020. Kina vónaði, at nú Meng er tilnevdur formaður, so verður lættari at fáa altjóða hjálp til at leita eftir fólki, sum eru skuldsett fyri fíggjarlig brotsverk, - eisini mutur.

Men hetta hevur elvt til atfinningar í nøkrum londum um, at kinesiskir agentar á henda hátt eru slopnir at virkar í tí loynda í sínum egna landi uttan at lokalir myndugleikar hava loyvt tí.

Meng hevur fyrr verið vararáðharri fyri samfelagstrygd og stjóri fyri anti-yvirgangs-myndugleikanum í Kina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083