Brúkaraprísirnir hækkaðir seinasta árið

Brúkaraprísirnir hækkaðir seinasta árið
Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, skrivar Hagstovan í dag.
Mynd: Hagstovan  
 
15.10.2018 - 09:50

Hetta er væl meiri vøkstur enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,6 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur seinastu seks árini.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt.

Brennioljan til húsarhald er farin 25,3 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,2 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 5,6 prosent seinasta árið.

Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 13,7 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,8 prosent.

Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,6 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 0,5 prosent annan ársfjórðing.

Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. og frítíð og mentan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011