- Útboðið varð ikki skipað eftir føroyskum reglum

- Útboðið varð ikki skipað eftir føroyskum reglum
Handverksmeistarar í Føroyum vilja ikki hava sitandi á sær, at teir ongan áhuga sýndu fyri poltistøðini, sum skal gerast í Havn.
 
24.10.2018 - 10:08

Føroya handverksmeistarafelag sigur, at trupulleikin var, at útboðið bleiv ikki skipað eftir føroyskari lóg, reglum og mannagongdum.

Tí minkaði áhugin hjá føroyskum byggifyritøkum at søkja um undangóðkenning at sleppa at bjóða upp á arbeiðið. 

Handverksmeistarafelagið gjørdi Bygningsstyrelsen, sum stendur fyri arbeiðinum, vart við trupulleikan, og heitti á Bygningsstyrelsen um at skipa útboðið eftir føroyskum reglum. 

Men tað vildi Bygningsstyrelsen ikki, sigur Handverksmeistarafelagið.

Lisitatiónin var í Danmark eftir danskari lóg. 

Eisini varð verkætlanin skipað sum eitt sokallað funktiónsútboð, har byggifeløgini skuldu liðugtprojektera stórar partar av veitingunum. 

Hesin leisturin hevur stóran váða við sær, bæði tá verkætlanin skal príssetast og tá hon skal fremjast, sigur Handverksmeistarafelagið.

Tí var ótrygg verkætlan, og at útboðið ikki varð skipað í samsvari við føroysku útboðslógina orsøkin til, at føroysku byggifeløgini ikki vildu bjóða.

Í skrivinum til Fíggjarnevndina hjá fólkatinginum, har biðið verður um fleiri pengar til politistøðina, sigur Ole Birk Olesen, ráðharri, at fyri upprunaliga útboðið vórðu veitarar í Føroyum gjørdir varugir við verkætlanina. 

Millum annað var kunningarfundur í Havn við tí endamáli at fáa veitarar á staðnum at vera við, "dog uden held", stendur í fíggjarnevndarskjalinum.

Danska byggifelagið Ommen og Møller fekk arbeiðið at gera politistøðina í gamla bankabygninginum við Húsagøtu í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708