Kappingarráðið hartar Fuglafjarðar kommunu

Kappingarráðið hartar Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar Kommuna hevur brotið kappingarlógina, tí hon forðar fyritøkum uttan fyri kommununa at útinna loðsflutning og sleipivirksemi.
 
25.10.2018 - 09:05

Kappingarráðið sigur, at Fuglafjarðar Kommuna hevur brotið kappingarlógina, tí hon forðar fyritøkum uttan fyri kommununa at útinna loðsflutning og sleipivirksemi. Kappingarráðið hevur givið Fuglafjarðar Kommunu boð um at steðga við forðingunum.

Kappingarráðið sigur, at kommunan forðar partafelagnum Faroe Agency at útinna loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði. Ístaðin hevur kommunan tillutað einum staðbundnum felag hesar uppgávurnar.

Hetta er ikki í lagi, sigur Kappingarráðið í eini samtykt, sum varð gjørd 15. oktober.

Fuglafjarðar Býráð samtykti fyri nøkrum árum síðan, at eitt felag, staðsett í Fuglafirði, skuldi vera fyrsta val í sambandi við loðsflutning. Seinni var samtyktin formliga avtikin, men framferðin at brúka lokala felagið sum fyrsta val, helt kortini ikki uppat. Og hetta er orsøkin til, at Kappingarráðið hevur tikið málið upp.

-Valdu vit ikki at fara inn í málið, var óhepna støðan hon, at ein fyritøka hevði fingið monopol í eini av virknastu havnum í Føroyum. Henda støða kundi skjótt havt við sær, at aðrar kommunur gjørdu eftir sama leisti, sigur formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, í tíðindaskrivi.

Hann sigur seg vóna, at avgerðin hjá Kappingarráðnbum fer at hava við sær, at ein og hvør, sum hevur góðkendan bát, kann gera avtalur við reiðarí um loðsflutning og sleipitænastur. Hetta fer at tryggja kapping og lágar prísir, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045