Stjórnarkreppa í Norra

Stjórnarkreppa í Norra
Kristiligi Fólkaflokkurin hóttir við at taka stuðulin aftur til norsku stjórnina hjá Ernu Solberg.
 
29.10.2018 - 10:23

Stjórnarkreppa er í Norra, eftir at Kristiligi Fólkaflokkurin hóttir við at taka stuðulin aftur til norsku stjórnina hjá Ernu Solberg, og heldur fara at samstarva við flokkarnar, ið eru vinstrumegin miðuna.

Fundur hevur verið í dag millum Kristiliga Fólkaflokkin og stjórnina hjá Ernu Solberg í morgun.

Kristiligi Fólkaflokkurin hevur innanhýsis fundir um støðuna kring um í Norra hesar dagarnar, har støða skal takast til málið.

Knut Arild Hareide, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, er sinnaður at fara at samstarva við flokkarnar vinstrumegin miðuna, men hann vil ikki siga, um hann leggur frá sær, um hann ikki fær undirtøku fyri linju sínari á landsfundinum hjá flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111