Menna talgilding í staðin fyri at málsviðgera

Menna talgilding í staðin fyri at málsviðgera
Ov fá fólk fáast við matrikulering. Og í løtuni skulu tey eisini talgilda
Tað tekur tíð at fáa eitt grundstykki matrikulerað, ov langa tíð, halda nógv..
 
30.10.2018 - 06:57

Tað er ikki ein haldgóð loysn at lata privatar fyritøkur matrikulera í Føroyum.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmannni.

Hann vildi hava at vita, hví Umhvørvisstovan brúkar so langa tíð at gera vanlig frábýti og makaskifti so sum umskifti av jørð og frábýti av grundstykkjum.

Hoyring

Sirið Stenberg svarar, at slík mál skulu sendast til hoyringar hjá kommunum og øðrum myndugleikum. Tað kann taka úr tveimum upp í seks mánaðir.  

Júst nú er trýstið á matrikuleru fyrisitingina serliga stórt, tí hákonjukturur er í samfelagnum.

Umhvørvisstovan roynir at raðfesta og avgreiða tey mest átrokandi málini, til dømis útstykkingar.

Men tíverri megnar Umhvørvisstovan ofta ikki at svara væntanini hjá fólki um stutta málsviðgerðartíð, sigur Sirið Stenberg.

Talgildu Føroyar

 Neyðugt menningararbeiði, ítøkiliga nú í sambandi við talgildu Føroyar, ger, at fólk mugu takast frá rakstri og arbeiða við menning í staðin. 

Í tíðarskeiðum fer hetta at leingja um málsviðgerðartíðirnar hjá Umhvørvisstovuni, og seinasta hálva árið hevur júst verið eitt slíkt tíðarskeið. 

Sirið Stenberg sigur eisini, at sera fáir føroyingar hava útbúgving sum landmálarar ella landinspektørar, og teir, sum hava hesar útbúgvingar, arbeiða ikki í Føroyum.

Starvsvenjing

Men Umhvørvisstovan hevur í løtuni tveir ungdómar í starvsvenjing. 

Og tað er kortini ikki nøkur haldgóð loysn at lata privatar fyritøkur matrikulera, heldur landsstýriskvinnan. 

Sirið Stenberg sigur, at skjótari málsviðgerðartíðir í matrikulerum arbeiði eru ikki við í búðstaðarpakkanum hjá landsstýrinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947