Húsaprísurin trífaldaður síðani 1985

Húsaprísurin trífaldaður síðani 1985
Tað er lutfalsliga nógv dýrari at keypa íbúðir enn sethús í høvuðsstaðnum, staðfestir Landsbanki Føroya í frágreiðing
Prísurin á sethúsum og íbúðum í Havnini er næstan trífaldaður síðani 1985, staðfestir Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing
 
06.11.2018 - 14:10

Prísurin á sethúsum og íbúðum í Havnini er næstan trífaldaður síðani 1985. Tað sigur Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing um føroyska sethúsamarknaðin.

Miðalprísurin fyri hvønn fermetur á íbúðum er tó við árunum blivin nakað hægri enn miðalfermeturprísurin á sethúsum, sambært frágreiðingini.

SÍ EISINI Sethús í Havn kosta í miðal 1,5 milliónir meira

Síðani í 90’unum hevur munurin á fermeturprísinum á íbúðum og sethúsum í Tórshavn verið javnur, men munurin er øktur nakað síðani 2007.

Í dag eru íbúðir í høvuðsstaðnum lutfalsliga dýrari enn sethús, sambært Landsbankanum. Miðalfermeturprísurin á íbúðum er nú 10.000 krónur hægri enn á sethúsum.

Fermeturprísurin á íbúðum 61 prosent hægri

Miðalfermeturprísurin á íbúðum í Havn er nú 26.412 krónur meðan miðalfermeturprísurin á sethúsum í Havn er 16.382 krónur, sambært frágreiðingini.

Ein av orsøkunum, til at íbúðirnar eru dýrari, er aldurin. Sethúsini eru eldri, og tí verða íbúðirnar lutfalsliga seldar fyri meira enn sethúsini, sigur Landsbanki Føroya.

Hetta kann eisini vera tekin um, at eftirspurningurin eftir smærri bústøðum er størri enn eftir teimum størru bústøðunum, stendur í frágreiðingini hjá bankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985