Føroyar ikki við, tá víst verður til danska ríkið

Føroyar ikki við, tá víst verður til danska ríkið
Fyri aðru ferð hevur løgmálaráðharrin víst til arbeiðsmálaráðharran, sum kanska fær svarað, hvussu orðing í donsku pensjónsslógini skal skiljast
Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri.
 
07.11.2018 - 07:14

Hóast hon vísir til danska ríkið, er danska pensjónslógin ikki galdandi í Føroyum.

Fólk, sum búgva í Danmark, men eitt stutt skifti hava búð í Føroyum, fáa bara fólkapensjón fyri tíðina, tey hava búð í Danmark. Føroyar telja ikki við, hóast Føroyar eru í ríkinum, sum lógin vísir til.  

Fyri aðru ferð hevur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, víst til Arbeiðsmálaráðið.

Kanska fær tað svarað, hvussu orðingin "her i riget" skal skiljast í donsku lógini um fólkapensjón.

Arbeiðsmálaráðið er spurt, men hevur ikki svarað enn.

Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, svarar, at ongar reglur eru um, hvussu tað eigur at skiljast, tá skrivað verður "her i landet" og "her i riget" í donskum lógum.

Tað veldst um, hvør lógin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025