Viðgera kvotur og fiskidagar í morgin

bannari
Viðgera kvotur og fiskidagar í morgin
Andstøðan skjýtur upp at strika skipanina við kvotum og at áseta fiskidagar trý ár í senn
 
12.11.2018 - 07:50

Løgtingið fer í morgin at viðgera tvey uppskot um kvotur og fiskidagar.

Annað uppskotið er frá teimum fýra andstøðuflokkunum um at taka kvotuskipanina av og seta fiskidagaskipan í gildi.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri skjóta upp, at fiskidagar verða ásettir fyri trý ár í senn, við støði í tilmæli frá Fiskidaganevndini og Havstovuni. 

Tó kann løgtingið broyta fiskidagatalið, um munandi broytingar eru í fiskastovnunum.

Útseta kvotuskipanina

Hitt uppskotið er um at útseta kvotuskipanina til 1. januar í 2020, sum tingkvinnurnar í Framsókn upprunaliga løgdu fram, men sum tær seinni tóku aftur.

Tá uppskotið varð tikið aftur, boðaði Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, at hann legði uppskotið framaftur.

Hanna Jensen og Ruth Vang skutu upp, at fiskidagaskipanin, sum er galdandi í ár, skal eisini galda í 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938