Eftirsleipið í viðlíkahaldi nærkast 800 milliónum

Eftirsleipið í viðlíkahaldi nærkast 800 milliónum
Skulu allir vegir, tunlar, brýr og bygningar dagførast krevjast 770 mió. kr.
Skulu allir bygningar landsins dagførast, kostar tað minst 395 mió. kr.
 
15.11.2018 - 07:31

Skulu allir landsvegir og bygningar landsins dagførast, kostar tað minst 770 milliónir krónur.

At viðlikahalda vegir, tunlar og brýr kostar nú 375 mió. kr.

At viðlíkahalda landsins bygningar kostar 395 mió. kr., tí eftirsleipið er stórt.

Landið eigur 185 bygningar, 240.000 fermetrar.

21 mió. kr. eru settar av til viðlíkahald í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum nú umsitur samferðslumál, hevur fingið tølini um eftirsleip frá Landsverki.

Aksel V. Johannesen hevur sent Fíggjarnevndini hjá løgtinginum tølini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025