Galaxy aftur á Suðuroyarleiðini

Galaxy aftur á Suðuroyarleiðini
Galaxy skal aftur avloysa Smyril, tá Smyril fer í dokk.
 
01.12.2018 - 09:04

Ferjan Galaxy fer aftur at avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini, tá Smyril skal í dokk í september komandi ár. Galaxy var eisini avloysaraskip í 2017, tá Smyrli var í dokk.

Strandferðslan skrivaði fyrradagin undir undirskrivað leigusáttmála við European Seaways um leigu av Galaxy.

Galaxy kemur at avloysa Smyril, tá hann fer í dokk um miðan september 2019, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

European Seaways hevur eina aðra ferju, ið er nakað størri enn Galaxy, og sum møguliga kann nøkta tørvin betur enn Galaxy. 

Tískil er lagt inn í leigusáttmálan, at SSL kann býta um við hesa ferju, um øll neyðug loyvi fáast upp á pláss.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659