Ósemja um vindin í Hoyvíkshaganum

Ósemja um vindin í Hoyvíkshaganum
Vindrøkt sigur, at felagið kann gera streym til 6.000 húsarhald longu næsta summar. Økið skal bjóðast út, sigur Umhvøvisstovan
Myllurnar hjá SEV í Húsahaga.
 
04.12.2018 - 08:06

Vindrøkt sigur, at felagið kann gera streym til 6.000 húsarhald longu næsta summar.

Felagið sigur, at tað er klárt at fara undir at seta upp vindmyllur í Hoyvíkshaganum. Vindrøkt hevur gjørt avtalu við bóndan har um lendið, sum er landsjørð.

Men júst hendan avtalan forðar fyri útboði í Hoyvíkshaganum, siga Umhvørvisstovan og SEV. 

Umhvørvisstovan sigur, at arbeitt verður við at fáa viðurskiftini broytt, so til ber at gera útboð, so øll hava møguleika at bjóða.

Enn er ikki komið á mál við hesum arbeiðinum, og nú er so langt útliðið, at ikki kann væntast, at vindmyllur koma upp í Hoyvíkshaganum fyrr enn í fyrsta lagi í 2020, sigur Umhvørvisstovan.

122 megawatt afturat

Annars skulu 40 myllur setast upp næstu 11 árini, skulu Føroyar hava grøna orku burturav í 2030, sum ætlanin er.

Tí skal tað málið røkkast, skal fyrst og fremst vindorkan byggjast úr, sigur Umhvøvisstovan.

Brúk er fyri 140 megawattum av vindorku. Í løtuni eru 18 megawatt vindorka.  

Sambært elveitingarlógini hevur orkumyndugleikin ábyrgdina av at bjóða nýggja vindorku út og hevur eisini ábyrgdina av, at kapping er um øll nýggj útboð. 

Í løtuni eru tvey útboð, annað í Porkeri, har sum 12 megawatt eru boðin út at seta upp í fyrru helvt í 2020.

Hitt útboðið er á Eiði. Har eru 18 megawatt boðin út at seta upp eisini í fyrru helvt í 2020.

Fleiri øki

Arbeitt verður áhaldandi við at gera onnur øki klár. Fyrstu vindmyllulundirnar kunnu setast upp har frá 2021.

Eitt øki er tó, sum seinastu tvey árini hevur verið klárt til at gera útboð á, sigur Umhvørvisstovan. 

Hetta er Hoyvíkshagin, sum hevur mark til Húsahaga og vindmyllulundina har. 

Økið er hóskandi til eina vindmyllulund við seks myllum, sum eru trý megawatt hvør.
Men júst í hesum haganum hava partafelagið Vindrøkt og festarin gjørt eina avtalu, sum ger, at Umhvørvisstovan ikki hevur havt møguleika at gera útboð har, sigur Umhvørvisstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532