Ávarar móti telduálopum

Ávarar móti telduálopum
Fregnartænastan hjá donsku verjuni ávarar í ársfrágreiðing síni fyri í ár um, at teldu-álop kunnu raka danskar myndugleikar og fyritøkur
 
05.12.2018 - 06:41

Álopini kunnu í roynd og veru fáa álvarsligar politiskar og samfelagsbúskaparligar avleiðingar. 

Fleiri lond menna framvegis førleikar til at fremja oyðileggjandi teldu-álop, sum kunnu brúkast sum politisk reiðskað móti øðrum londum, sigur Lars Findsen, stjóri fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni í frágreiðingini.

- Samstundis síggja vit Russland, har týdningarmesta uttanríkis- og trygdarpolitisku málið er at vera javnmett stórveldi við USA, og at økja um trygdina í øllum landspørtum í fyrrverandi sovjetska økinum, sigur Lars Findsen.

Hóttanin frá islamistiskum yvirgangi móti Vesturheiminum er framvegis álvarslig, og Isil og Al-Keida hava framvegis sum mál at fremja yvirgangsatsóknir, sigur Lars Findsen.

Í metingini um vandar, verður dentur lagdur á teldu-hóttanir, politiska og hernaðarliga virksemið hjá Russlandi, og yvirgangshóttanir móti Vesturheiminum.

Samanborið við í fjør, er størri dentur nú lagdur á Russland og Arktis, - serliga russisku átøkini fyri at ávirka Vesturheimin og Russland, sum økir um hernaðarliga virksemi sítt í vesturpartinum av landinum og í Arktis.

Eisini Kina stendur ovarlaga á listanum yvir hóttanir, stendur m.a. í ársfrágreiðingini frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Andaktin
208776
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764