Ríkisborgarar í tveimum londum

Ríkisborgarar í tveimum londum
Lógin um dupultan ríkisborgararætt er í løgtinginum
Føroyingar kunnu longu velja millum tvey pass, tað grøna ella tað reyða ES-passið, sum Danmark brúkar.
 
11.12.2018 - 10:22

Skjótt verður møguligt hjá føroyingum at varðveita danska ríkisborgararættin, sama um tey flyta til eitt annað land uttan fyri ríkið og gerast ríkisborgarar har. 

Á sama hátt verða útlendingar, sum búgva í Føroyum, ikki noyddir at siga sín upprunaliga ríkisborgararætt frá sær fyri at gerast danskir ríkisborgarar.

Ríkislógartilmælið, sum skal dagføra lógina um ríkisborgararætt, hevur fyrrapartin fyrstu viðgerð í løgtinginum. 

Ríkismyndugleikarnir hava gjørt vart við, at lógin um danskan ríkisborgararætt eigur at vera eins í øllum ríkinum. 

Tað ber ikki til at hava tríggjar ymiskar lógir um danskan ríkisborgararætt í ríkinum.

Annað mál enn føroyskt 

Tað er ringt at meta um, hvussu nógv fólk, sum búgva í Føroyum, kunnu brúka hesa skipan. 

Í manntalinum frá 2011 sæst, at 1.439 fólk svaraðu, at tey høvdu annað móðurmál enn føroyskt ella danskt. 

Lov om indfødsret, sum er galdandi í Føroyum, er ikki broytt síðani 2014. 

Síðani tá, í 2014, er lógin broytt sjey ferðir í Danmark. 

Millum annað er ein broyting gjørd, sum loyvir dupultum ríkisborgararætti. 

Tað er serliga hendan broytingin, sum fleiri hava biðið um at fáa sett í gildi fyri Føroyar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449