Føroyskur jólatónleikur allan sólarringin

Føroyskur jólatónleikur allan sólarringin
Kringvarpið hevur gjørt eina netrás, har føroyskur jólatónleikur ljómar alt samdøgrið heilt til jóla
 
11.12.2018 - 15:51

Ert tú millum teirra, sum ikki fær nóg mikið av jólatónleiki, so er ikki at falla í fátt.

Kringvarpið hevur stovnað eina nýggja útvarpsrás á netinum, sum spælir føroyskan jólatónleik út í eitt fram til jóla.

Rásin varð tendrað í morgun.

Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarp Føroya tendrar eina aðra rás enn ta siðbundnu útvarpsrásina.

- Hugskotið kom í vikuni at royna eina nýggja útvarpsrás. Og av tí at fleiri av okkara lurtarum ynskja meira jólatónleik, var hetta eitt upplagt høvi at royna netrásina, sigur Ivan Niclasen, stjóri.

Rásin liggur tøk á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Hon kann hoyrast við at trýsta á leinkið “24/7 Jólatónleikur”, sum liggur á høgra bredda á www.kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037