30 ár síðani jólaódnin herjaði

30 ár síðani jólaódnin herjaði
Í dag eru tað júst 30 ár síðani, at ógvisliga jólaódnin herjaði í Føroyum. Talan var um eina serstakliga harða ódn.
 
21.12.2018 - 07:32

Tann 21. december 1988 herjaði jólaódnin. Ein ódn, sum varð serstakliga hørð og elvdi til nógvan skaða. 

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðan jólaódnin herjaði.

Tey flestu minnast væl, hvar tey vóru hetta kvøldið í 1988, og hvussu tey upplivdu ódnina, sum varð nógv ógvisligari, enn væntað. 

Eingin visti um kolandi ódnina

Fýra dagar fyri jól, týsdagin tann 20. december í 1988, stákaðust føroyingar til jóla. Fá mundu geva lágtrýstinum, sum dýptist sunnan fyri Ísland, gætur.

Eingin visti tá, at ein 1000-ára ódn - ein kolandi ódn, sum bara kemur eina ferð hvørt túsunda ár, hevði beina kós móti Føroyum.

Hanus Kjølbro, veðurfrøðingar, greiddi soleiðis frá í dokumentarinum frá 2013 um jólaódnina:

Vedurforsognin_20._december

Væntaðu illveður - ikki kolandi ódn

Tann 21. december frá árla á morgni til umleið klokkan 16 seinnapartin var fínasta veður.

Tíðindini í útvarpinum søgdu, at um kvøldið kundi roknast við stormi. Ongantíð varð nevnt, at tað kundi gerast kolandi ódn, sum tað bleiv.

Harðast mátaða hvirlan varð máld klokkan 23.45, tá hon varð máld til 62 metrar um sekundið, og tá brotnaði eisini vindmátarin. Mett verður, at tá harðast leikaði á, vóru hvirlurnar munandi hvassari enn so. 

Lágtrýstið skifti brádliga kós

Hanus Kjølbro hevur skrivað bók um veðurlæru, og hann greiddi í dokumentarinum um jólaódnina frá, at dagin áðrenn ódnina, hildu veðurfrøðingar eyga við einum lágtrýsi, sum lá sunnan fyri Ísland.

Men veðurfrøðingarnir mettu ikki, at lágtrýstið hevði kós móti Føroyum. Hildið varð, at lágtrýstið fór at ferðast í ein landnyrðing og sostatt hvørgan raka Føroyar ella Ísland. 

Men so var ikki. Tað, sum væntað varð av lágtrýstinum, hendi als ikki. 

Lagtrystid_skifti_kos,_nr._2

Á alarmsentralinum vóru tey av somu orsøk heldur ikki fyrireikað upp á ódnarveður. Hans Dávid Hansen, sløkkiliðsmaður, var einsamallur á vakt hetta kvøldið.

Um 22-tíðina vóru allir mans tilkallaðir, og Hans Dávid mátti hava hjálp at passa telefonina. 

Sjálvur skrivaði hann umleið 200 tilburðir niður ta náttina, meðan hin skrivaði einar 100, minnist Hans Dávid Hansen.

Oyðileggjandi ódn

Um midnáttarleitið leikaði hart á. Tá lógu Føroyar í kuldabrúnni á lágtrýstinum. Tað var um hetta mundið, at hús byrjaðu at detta niður, sigur Hanus Kjølbro.   

Klokkan 3 um náttina lógu Føroyar árakað eygað á lágtrýsinum. Um hetta mundið fáa vit eisini tað lægst málta trýstið í Føroyum, tá tað var mált til 936 hPa. 

Hús kring alt landið fóru illa í jólaódnini. Í Skopun sá tað soleiðis út: 

I_Skopun_foru_husini_illa,_jolaodn

Sendingin um jólaódnina kagar 30 ár aftur í tíðina. Hugt verður eftir, hvat tað var, sum hendi, og hví júst hetta lágtrýstið gjørdist til eina so ógvusliga ódn. 

Fyrr í vikuni endurvístu vit dokumentarin um jólaódnina, sum varð gjørdur í 2013. Vit vísa sendingina aftur sunnudagin klokkan 15.30.

Tú finnur sendingina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947