Jose Mourinho koyrdur úr United

Jose Mourinho koyrdur úr United
Umstríddi portugisiski venjarin hjá enska stórfelagnum hevur fingið sekkin og er farin frá beinanvegin. Felagið leitar nú eftir nýggjum venjara
Jose Mourinho, nú fyrrverandi venjari í Manchester United
 
18.12.2018 - 10:03

Umstríddi venjarin hjá enska stórfelagnum Manchester United er uppsagdur.

Í stuttari fráboðan frá Manchester United stendur bara, at Jose Mourinho er farin úr felagnum beinanvegin, og at felagið takkar honum fyri arbeiðið og ynskir honum blíðan byr.

55 ára gamli Jose Mourinho hevur verið venjari hjá Manchester United í hálvt triðja ár. Kappingarárið hjá enska stórfelagnum hevur verið sera vánaligt higartil, og liðið liggur á einum sætta pláss, heili 19 stig aftanfyri oddaliðið Liverpool og 11 stig aftan fyri Chelsea á fjórða plássi. Manchester United hevur bara fingið 26 stig fyri fyrstu 17 dystirnar, og er tað vánaligasta úrtøkan hjá stórfelagnum síðani kappingarárið 1990/91.

Ein fyribils venjari verður settur at taka sær av liðnum, tað ið er eftir av verandi kappingarári, meðan leitað verður eftir einum nýggjum venjara.

Síðsti dysturin hjá Jose Mourinho var á Anfield sunnudagin, har Manchester United tapti 3-1 móti Liverpool. Í gjár vóru júst trý ár síðani sami Jose Mourinho fekk fótin í Chelsea, sum tað kappingarárið hevði fingið eina stak vánaliga byrjan.

Fráboðanin frá Manchester United er soljóðandi:

"Manchester United announces that manager Jose Mourinho has left the club with immediate effect. The club would like to thank Jose for his work during his time at Manchester United and to wish him success in the future. A new caretaker manager will be appointed until the end of the current season, while the club conducts a thorough recruitment process for a new, full-time manager."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155