Ógvislig flóðalda í Indonesia kravt mannalív

Ógvislig flóðalda í Indonesia kravt mannalív
Undirsjóvarskriðulop eru orsøk til, at ein ógvisliga flóðalda hevur kravt fleiri enn 168 mannalív í Indonesia
 
23.12.2018 - 09:59

Ein ógvislig flóðalda í Indonesia hevur kravt meira enn 168 mannalív. Tað skriva altjóða miðlar.

Tað var í gjár klokkan hálvgum tíggju lokala tíð, at ein flóðalda breyt á land fleiri staðni í Sundastrætinum millum tær báðar oyggjarnar, Java og Sumatra í Indonesia, og legði eitt stórt bygt øki í oyði uppá fáar minuttir.

Millum raktu økini er væl umtókta Tanjung Lesung strondin í Java. Smærri undirsjóvarskriðulop vóru sambært bretska kringvarpinum orsøkin til ógvisligu flóðalduna, sum hevur oyðilagt fleiri hundrað hús og kravt í øllum førum 168 mannalív. 

Enn er óvist, hvør orsøkin til flóðalduna er, men myndugleikarnir kanna nú, um eitt virkið eldgos kann hava elvt til undirsjóvarskiðulopinini. At tað eisini var fullmáni, kann hava gjørt flóðalduna størri, halda indonesisku myndugleikarnir.

Sambært myndugleikunum eru fleiri hudnrað fólk særd og umleið 20 fólk eru horvin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655