70 ára gomul siðvenja við pakkum til sjófólkið

70 ára gomul siðvenja við pakkum til sjófólkið
Føroyska Sjómansmissiónin hevur í ár borið 1225 jólapakkar latnir umborð á 105 skip
 
24.12.2018 - 10:56

Jólapakkar til sjófólkið er gomul siðvenja, sum enn er til stóra gleði fyri sjófólkið, sigur Torleif Johannesen, sjómansprestur í tíðindaskrivi. Fyrsta árið pakkar vóru latnir umborð á føroysk skip var í 1948. 
Sostatt eru tað sjeyti ár, síðani sjómanskvinnuringarnir byrjaðu at lata pakkar til føroyska sjófólkið. Tá flestu pakkar vóru latnir, vóru teir omanfyri 2000.

Síðstu mongu árini hevur talið liðið um 1200 pakkar. 

Pakkarnir eru í ár bornir til 74 fiskiskip, 15 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip.

Eini 28 av teimum 105 skipunum vera burtur á jólum, skrivar sjómansmissiónin í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659