Sýria: Kurdar heita á Russland og Assad

Sýria: Kurdar heita á Russland og Assad
Nú USA fer at taka sínar herdeildir úr Sýria, heita kurdiskir leiðarar á Russland og Assad-stýrið í Damaskus um verju móti Turkalandi
Uttan stuðul frá amerikanska herinum, leita kurdarar nú aðrar leiðir eftir stuðli í teirra stríði móti turkarum
Mynd: savnsmynd  
 
27.12.2018 - 18:16

Reuters skrivar, at nú amerikanski herurin ikki longur fer at veita kurdum stuðul og harvið hava tamarhald á turkarum, so royna kurdarnir nú av øllum alvi at finna eina nýggja strategiska leið.

Donald Trump, forseti, tók herfyri eina óvæntaða avgerð um at taka amerikansku herdeildirnar aftur úr Sýria.

Reuters skrivar, at størsti óttin hjá kurdum er ein endurtøka av turkiska álopinum fyrr í ár, og sum rak kurdiskar íbúgvar og herdeildir út úr Afrin, sum liggur í útnyrðingspartinum av landinum.

Kurdar royna eisini at sannføra onnur vestanlond um at fylla tómrúmið, sum verður, tá amerikansku herdeildirnar fara, skrivar Reuters. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493