Posta kann nú seljast

Posta kann nú seljast
Lógin um at einskilja Postverk Føroya er nú lýst
 
28.12.2018 - 06:29

Lógin um at einskilja Postverk Føroya er nú lýst, og sostatt ber nú til hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum at selja Postverk Føroya, tí lógin kemur í gildi í dag.

Sambært lógini, so fær landsstýrismaðurin heimild til at selja partapeningin í P/F Postverki Føroya.

Men við søluni verður treytin, at P/F Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkarætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum. 

Tað var 21. desember, at løgtingið samtykti at heimilað landsstýrismanninum at selja Postverk Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439