Jobmatch: fleiri arbeiðsgevarar enn nakrantíð áður

Jobmatch: fleiri arbeiðsgevarar enn nakrantíð áður
61 arbeiðsgevarar eru við á Jobmatch í ár. Og tað er met. Í fjør vóru 52 arbeiðsgevarar við
Jobmatch verður seinnapartin í dag.
 
28.12.2018 - 07:38

61 arbeiðsgevarar eru við á Jobmatch í ár. Og tað er met. Í fjør vóru 52 arbeiðsgevarar við.

Tíggju fyrilestrar verða í ár.

Jobmatch ráðstevnan er seinnapartin í dag í Norðurlandahúsinum. Hon byrjar klokkan eitt.

Á Jobmatch hittast arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, og lesandi, nýútbúgvin og onnur.

Fólk fáa eitt yvirlit yvir møguleikar fyri starvi, uppgávum og starvsvenjing í Føroyum. 

Og fólk hava eisini møguleika at bjóða seg fram hjá fyritøkum, kommunum og stovnum. 

Nógv leys størv

Annan jóladag vóru 44 leys størv at søkja á Jobmatch.

Í ár er eisini ein kunningarbásur.

Í honum eru serkøn fólk í arbeiðsmarknaði, tey eru úr Vinnuhúsinum, í yrkisvegleiðing, tey eru úr Altjóða skrivstovuni og  Útlendingastovan er serkøn í immigratión, innflyting. 

Felagið Syntesa byrjaði Jobmatch í 2008 fyri, sum Syntesa sigur, at tryggja framhaldandi vøkstur og menning í føroyska samfelagnum.

Endamálið var at gera tað møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.

Í 2015 bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um útbúgvin fólk við royndum, tað eru tey sum eru í starvi, men hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar.

Í stýrisbólkinum fyri Jobmatch eru Tórshavnar kommuna, Vinnuhúsið, Altjóða skrivstovan og Meginfelag føroyskra studenta.

Á heimasíðuni jobmatch.fo eru nógvar upplýsingar um Jobmatch, millum annað, hvørjir teir 61 arbeiðsgevararnir eru, sum eru við í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604