Grønland: Seint internet í fleiri vikur

Grønland: Seint internet í fleiri vikur
Tað fer at taka millum tríggjar og fimm vikur at umvæla brekið á sjókaðalinum millum Suðurgrønland og Ísland
 
28.12.2018 - 13:19

Tað fer at taka millum tríggjar og fimm vikur at umvæla brekið á sjókaðalinum millum Suðurgrønland og Ísland. Tað upplýsir Tele-Post fyri grønlendska Kringvarpinum.

Hetta merkir, at internetsambandið fer at vera seint í fleiri vikur. Telefon-, sjónvarps- og útvarpssambandið kann eisini fara at verða óstøðugt, upplýsir grønlendska telefyritøkan.

Tað var í gjáramorgun, at brek varð staðfest á kaðalinum einar 625 kilometrar sunnan fyri Nuuk á 3000 metra dýpd.

Umvælingin fer at krevja kaðalskip og tøkningar, sum eru boðsend fyri at fara undir at umvæla skaðan. Men tað, at tað er so djúpt, ger, at tað fer at taka fleiri vikur at fáa umvælt kaðalin, skrivar grønblendska kringvarpið.

- Alt landið má fyrireika seg til eitt sindur seinari internetsamband. Serliga í Suðurgrønlandi kann tað fara at merkjast, til kaðalin er umvældur aftur, skrivar Tele-Post í fráboðan.

Ávísir kundar fara tó at uppliva als einki internetsamband at hava, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735