Fleiri flyta heim eftir loknan lestur

Fleiri flyta heim eftir loknan lestur
Føroyar eru vorðnar áhugaverdari og rúmligari, heldur Sissal H. Hestoy, sum var á Jobmatch í dag
28.12.2018 - 20:51

Fleiri útsetisetar ætla at flyta heim næsta ár.

Tað vísir ein kanning, sum fyritøkan Syntesa hevur gjørt.

Ein, sum ætla sær at koma aftur til Føroya eftir loknan lestur, er Sissal Hofgaard Hestoy, sum var í Norðurlandahúsinum í dag og kannaði møguleikarnar á starvsstevnuni Jobmatch.

Hon heldur, at Føroyar eru vorðnar áhugaverdari og rúmligari at búgva í.

Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at støðan er broytt nógv seinastu árini, og Føroyar draga fólk til sín.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554