Fleiri fráboðanir um skaðar

Fleiri fráboðanir um skaðar
Í illveðrinum seinnapartin í gjár vóru fleir stormskaðar fráboðaðir løgregluni
 
01.01.2019 - 10:05

Millum klokkan 13.30 og 19.00 í gjár fekk løgreglan 13 fráboðaðir um skaðar orsaka av ringa veðrinum.

Talan var um smærri skaðar kring landið, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Ein av skaðunum var á takið á nýggja bygninum hjá Glasi í Marknagili í Havn. 

Hóast nógv fýrverk varð skotið, so er eingin fýrverksskaði fráboðaur løgregluni.

Nøkur loyvi, sum vóru givin at brenna bál, vórðu tikin aftur orsaka av ringa veðrinum. Tí er væntandi, at nøkur bál verða brend í kvøld, sigur vakthavandi á politistøðini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286