Rokningar frá sakførara bókaðar hjá kommununi

Rokningar frá sakførara bókaðar hjá kommununi
Borgarstjórin eigur uppsagnarfreist og hoyring, sigur minnilutin
Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri samtykti leygardagin, at borgarstjórin skal velja millum borgarstjórasessin og tingmannasessin.
 
02.01.2019 - 08:05

Tað undrar meirilutan í býráðnum á Tvøroyri, at rokningar fyri sakførara, sum kannaði gegnið hjá Kommununala eftirlitinum í sambandi við málið um sessirnar hjá borgarstjóranum, eru bókaðar hjá kommununi. 

Tí kommunan hevur ikki biðið um sakførara til hetta, varð upplýst á býráðsfundinum á Tvøroyri leygardagin, sigur Súsanna Bertholdsen, býráðslimur.

Kristin Michelsen hevur sjálvur biðið sakførara kannað gegnið hjá Kommunala eftirlitinum.

Meirilutin gav ikki Kristini Michelsen nakra freist at velja millum at vera borgarstjóri ella tingmaður. 

Men biðið verður um at fáa málið á skránna fyri býráðsfundin um eina viku. 

Uppsagnarfreist

Kristin Michelsen eigur at fáa eina uppsagnarfreist, sum er minst seks mánaðír.

Tað heldur minnilutin í býráðnum á Tvøroyri, nú býráðið hevur samtykt, at Kristin Michelsen skal velja millum borgarstjórasessin og tingmannasessin.

Kristin Michelsen eigur annars at sleppa at halda fram bæði sum borgarstjóri og løgtingsmaður, soleiðis sum býráðið á Tvøroyri samtykti 13.februar 2017.

Ivasamt er, um tann samtyktin kann broytast uttan nakað, sigur minnilutin á Tvøroyri, sum á fundinum leygardagin var Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen.

Kristin Michelsen er eisini í minnilutanum, men hann var ikki á býráðsfundinum leygardagin.

Fer at lesa samtyktina í dag  

Minnilutin sigur eisini, at Kristin Michelsen er ikki hoyrdur í hesum máli. Tað er ikki rætt fyrisitingarliga, sigur minnilutin.

Kristin Michelsen, sum hevur havt frí úr býráðnum, fer til arbeiðis aftur har í dag. 

Kristin Michelsen segði við Útvarpið í gjár, at hann er fólkavaldur í bæði býráðið og løgtingið. 

Hann fer ikki góðvilliga at siga nakran sess frá mær. 

Er javnaðarmaður

Hann sigur seg undrast á, at meirlutin í Tvøroyrar býráð gongur ímótí samtyktini hjá Javnaðarflokkinum, sum sigur, at frá næsta løgtingsvali sleppa borgarstjórar ikki at sita bæði á løgtingi og verða borgarstjórar samstundis.

Kristin Michelsen vísir á, at hann er valdur løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og tí eigur samtyktin eisini at fevna um seg. 

"Eg havi ongar trupulleikar við at fylgja teirri samtyktini, men at siga báðar sessirnar frá mær nú, geri eg ikki góðvilliga" segði Kristin Michelsen í gjár.

Kristin Michelsen sigur, at hann fer til arbeiðis aftur í dag. Tá fer hann at lesa tað, sum býráðið hevur samtykt. 

Ikki fyrrenn tá vil hann taka støðu til, hvat hann ger.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
RagnarRokk: Gary Shea um Prior Convictions
204728
Týsdag 24. februar
Morgunlestur týsdagur 24.februar 2026
204596
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607