Hóttanin um dagbøtur til vágbingar er ikki slept

Hóttanin um dagbøtur til vágbingar er ikki slept
Fíggjarmálaráðið hevur ikki slept ætlanini um at krevja dagbøtur frá teimum limum í býráðnum í Vági, sum atkvøddu fyri fíggjarætlanini fyri 2019
Marghøllin í Vági skal í roknskapin hjá kommununi, sigur Fíggjarmálaráðið.
 
09.01.2019 - 12:45

Fíggjarmálaráðið hevur ikki slept ætlanini um at biðja Innlendismálaráðið krevja dagbøtur frá teimum limum í býráðnum í Vági, sum atkvøddu fyri fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2019.

Men Fíggjarmálaráðið er ikki liðugt at viðgera fíggjarætlanina hjá kommununi enn.

Dagbøturnar eru 300 kr. um dagin frá hvørjum býráðslimi. Tær eru persónligar, so kommunan eigur ikki at rinda tær.

Fíggjarmálaráðið kann ikki sjálvt skriva út dagbøtur, men kann heita á Innlendismálaráðið, sum umsitur kommunumál, um at gera tað. Og tað verður gjørt, siga tey í Fíggjarmálaráðnum.

Orsøkin til hesa hóttanina er Marghøllin í Vági.   

Við í fíggjarætlan

Vágs býráð fekk at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at hevur tað ikki Marghøllina við í fíggjarætlanini fyri 2019, so fer Fíggjarmálaráðið at biðja Innlendismálaráðið um at áleggja býráðslimunum dagbøtur. 

Marghøllin er ikki við í fíggjarætlanini fyri 2019.

Sjey býráðslimir í Vági atkvøddu fyri fíggjarætlanini, tveir atkvøddu ímóti.

Sambandsmenninir Jens Sivar Djurhuus, sum er varalimur fyri Conrad Gaard Joensen, og Erhard Joensen atkvøddu ímóti.

Fíggjarmálaráðið heldur fast um, at sjálvsognarstovnurin Marghøllin skal vera partur í roknskapinum hjá Vàgs kommunu.

Men tað halda meirilutin í býráðnum og Kommunufelagið ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040