Skuldsettir fyri roynd at fremja fíggjarsvik

Skuldsettir fyri roynd at fremja fíggjarsvik
Í gjár vórðu tveir menn skuldsettir fyri at royna at fremja fíggjarsvik í samband við málið, tá ein bilur fór av Leirvíksvegnum
Tann 25. juni í fjør sóu fjallfólk ein bil á sjónum. Bilurin varð tikin upp seinni sama dag.
 
10.01.2019 - 09:19

Tveir menn, 24 og 44 ára gamlir, vórðu í gjár skuldsettir fyri at royna at fremja fíggjarsvik.

Málið snýr seg um persónbilin, sum í summar varð funnin á sjónum við gamla Leirvíksvegin.

Løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla Leirvíksvegnum og lá á sjónum. Bilurin lá á fimm metra dýpi, fimm metrar úr landi.

Løgreglan staðfesti skjótt, at einki fólk var í bilinum ella undir honum.

Løgreglan hevur nú skuldsett 24 ára gamla mannin fyri at hava koyrt bilin útav og fyri at viðvirka til roynd at fremja fíggjarsvik. 

Maðurin játtar seg sekan. 

44 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri roynd at fremja fíggjarsvik, men maðurin noktar seg sekan.

Málið er nú sent ákæruvaldinum, sum skal fyrireikað tað, áðrenn verður sent Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375