Fiskaútflutningurin minkaður nógv

Fiskaútflutningurin minkaður nógv
Nýggjasta uppgerðing hjá Hagstovuni vísir, at virðið á fiskaútflutninginum er minkað eina góða milliard.
 
18.01.2019 - 14:05

Útflutningurin minkaði eina milliard kr í fjør samanborið við 2017. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, sum verður almannakunngjørd á heimasíðuni hjá stovninum.

Víst verður á, at ein mánaður restar í til at fáa alt árið við í uppgerðina, men gongdin er greið.

Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður samanborið við somu mánaðir í fjør. 

Virðið á fiskaútflutninginum er minkað eina góða milliard, tað er 13%. Í nøgd er útflutningurin av fiskavørum minkaður 9%.

Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 milliónir krónur, og útflutningurin av laksi næstan 600 milliónir krónur.

Hinvegin er meira útflutt av toski og hýsu, og meira er eisini útflutt av svartkjafti.

Í bólkinum “aðrar vørur” er eisini ein vøkstur, men her eru skrásetingarnar ikki fullfíggjaðar enn, so tann vøksturin verður helst minni, tá alt 2018 verður uppgjørt um ein mánað.

Innflutningurin var góðar 400 milliónir krónur størri í fjør enn í 2016, ella góðar 7 milliardir krónur.

Av innflutninginum er størsti vøksturin í brennievni við 303 milliónum krónum, svarandi til 35%. 

Síðani kemur innflutningur av maskinum og amboðum við 177 milliónum krónum ella 24%, og á triðja plássi kemur innflutningurin av tilfari til byggivinnuna við 133 milliónum krónumn, svarandi til 21%.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655