Henrik Toft Hansen inn fyri stórabeiggjan

Henrik Toft Hansen inn fyri stórabeiggjan
Henrik Toft Hansen er nú partur av danska hópinum, eftir René Toft Hansen fekk skaða í seinasta dystinum móti Norra
 
19.01.2019 - 12:22

Danska verjukempan, René Toft Hansen, er liðugur við HM-endaspælið á hesum sinni. 

Hansen fekk ein skaða í seinasta dystinum hjá Danmark móti Noregi. Skaðin var so mikið álvarsligur, at René ikki spælir aftur í hesum endaspælinum. 

Venjarin hjá danska landsliðnum, Nikolaj Jacobsen, hevur í morgun boðað frá, at lítlibeiggin hjá René, Henrik Toft Hansen, er partur av danska hópinum. 

Tað hevur annars verið óvist, um Henrik fór at verða klárur til endaspælið, tí eisini hann hevur bart við skaða.

Sostatt hevur danski venjarin brúkt tvær av teimum trimum útskiftingum, sum kunnu gerast, eftir at endaspælið er byrjað. 

Fyrsta útskiftingin var sum kunnugt, tá føroyski Jóhan á Plógv Hansen gjørdist partur av hópinum, eftir at Hans Lindberg fekk ein minni skaða eftir fyrsta dystin hjá Danmark móti Kili. 

Vanliga verður síðsta útskiftingin goymd, skuldi ein málmaður fingið skaða, og tí er sannlíkt, at hópurin ikki verður broyttur aftur - í øllum førum ikki fyri enn millumrundan er avgreidd. Harumframt skal Jacobsen møguliga skifta ein spælara inn fyri Nicolaj Øris, sum eisini fór út við skaða í dystinum móti Noregi.  Enn er tó óvist, hvussu ógvisligan skaða talan er um, men Øris luttók ikki í venjingum í gjár, skrivar DR.dk. 

Alt bendir sostatt á, at føroyski Jóhan á Plógv Hansen varðveitir plássið á høgra vonginum tað, sum eftir er av millumspælinum. Hoyr samrøðu við føroyska Jóhan her. 

Danmark vann allar dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum og fór soleiðis víðari til millumrundina sum nummar eitt. Í millumrundini skulu danir spæla ímóti Ungarn, Egyptalandi og Svøríki. 

Næsti dysturin hjá Danmark verður longu í kvøld, tá teir taka ímóti Ungarn. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð, og danska kringvarpið vísir dystin á DR1. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329