Mentanarvirðislønin latin Bárði Jákupsson

Mentanarvirðislønin latin Bárði Jákupsson
Bárður Jákupsson, listamaður, hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins fyri árið 2018 fyri stóran eldhuga og fjølbroytt listarligt virksemi
Mynd: Rólant Lenvig av Reyni  
 
23.01.2019 - 20:09

Mentanarvirðislønir landsins fyri árið 2018 vórðu í kvøld handaðar á stórum, almennum tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Til handanina vórðu tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Heiðursgáva landsins, sum í ár varð latin Astrid Andreasen, Virðisløn til unga listafólk, sum í ár varð latin Búa Rouch, og so Mentanarvirðisløn landsins, sum í ár varð latin Bárði Jákupsson. 

Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Mentanarvirðislønin varð latin Bárði fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemið hansara. Umframt heiðurin fær Bárður Jákupsson 150.000 krónur.

logmadur_handar_bardi.jpg

Caption: 
Løgmaður og virkandi mentamálaráðharri handar Bárði Jákupsson Mentanarvirðisløn landsins 2018.

Listamaður í eitt mannaminni

Longu frá barnsbeini av hevði Bárður ein serligan áhuga fyri at tekna og mála. Samstundis hevur hann havt størv sum lærari, ritstjóri og savnsstjóri. 

Hugurin stóð til tekning og máling, men ivasamt var, um livast kundi av tí. Tí fór Bárður at lesa á læraraskúla, og síðani fór Bárður so á málaraskúla á Kunstakademinum í Keypmannahavn. 

Umframt sjálvur at gera myndlist, hevur Bárður eisini skrivað fleiri bøkur um myndlist og myndlistafólk.

Eftir uppskoti frá Bárði varð útgerð til grafiskan verkstað útvegað Norðurlandahúsinum. Verkstaðurin var fyrst har, síðani í Listaskálanum og nú á Østrøm, og nógv útlendsk og føroysk listafólk royna seg har.

Sett sín dám á føroyska listaheimin

Bárður Jákupsson hevur eina drúgva søgu í føroyska listaheiminum, og tá hann hitti Jógvan Arge, blivu tað til ikki mætari enn fýra sendingar um lív hansara. 

Mangar ferðir hevur navn hansara verið at hoyrt bæði í útvarpi og sjónvarpi, og fyri gott tveimum árum síðani var hann gestur í mentanarsendingini, Grindin, sum vitjaði Bárð í samband við listaframsýning hansara í Steinprent: 

Bardur_HD

Langa leiðin norðureftir

Í 2003 varð sjónvarpssending gjørd um ein av fremstu málarum. Sendingin varð gjørd í samband við, at Bárður segði starvi sum stjóri á Listaskálanum frá sær og fór til Gjáar til mála. 

 Hann vildi hava betri stundir at mála, men ein álvarsligur blóðtøppur skumpadi eisini undir ynskið um broytingar, áðrenn ov seint var.

Sendingin, "Langa leiðin norðureftir", sæst her.

Sjáldsama treiskur og serliga dugnaligur

Í grundgevingini fyri at lata Bárði Jákupsson virðislønina, varð skrivað soleiðis: 

Náttúran er einki, myndin av henni er alt, hevur eitt modernað listafólk einaferð sagt. Tað var ein avbjóðandi útsøgn, men í henni er eisini ein sannleiki – og hann er avgjørt galdandi fyri ein listamann sum Bárð Jákupsson. Hann hevur í mong ár verið hugtikin av berginum, sum so stórsligið hevjar seg upp úr havinum við føroysku strendurnar.” Soleiðis stóð skrivað í innbjóðing til framsýning í Listasavninum fyri fimm árum síðan.

Í myndlistini hevur Bárður Jákupsson heilt frá ungum árum víst eitt sjáldsamt treiskni, áhaldni, hegni, dirvi og serligan dugnaskap.

Náttúrulýsingarnar í myndunum eru rytmiskar og stórbærar. Í litum og myndevnum sæst ein kærleiki til náttúruna, upphav til grøði og lív. Mensk megi og musikalitetur hómast mangastaðni í hansara myndlist. Ofta eru myndirnar eksplosivar, men tær eru eisini nemandi og inniligar.

Bárður Jákupsson er eisini ein av okkara virknastu bókateknarum. Í meira enn eina hálva øld og í eini tíð, tá ið sigast má, at tekningar í bókum vóru sum lundi á jólanátt, hevur hann myndprýtt eina ørgrynnu av barnabókum, skúlabókum, yrkisbókum, stuttsøgum og tíðarritsgreinum, heilt frá Míni jólabók í fimmtiárunum, tíðarritinum Mondli í sjeyti- og áttatiárunum og til Móðurmálsorðabókina í 1998. Allastaðni hava eyðkendu strikurnar hjá Bárði sett sín livandi dám.

Áður heiðrað lista- og mentafólk

Tey, ið áður hava fingið virðislønir handaðar, eru:

 Árstal 

 Mentanarvirðisløn 

             Heiðursløn         Ungt listafólk
2017 Barbara í Gongini Frits Johannesen Konni Kass
2016 Rúni Brattaberg Steinprent Anna Malan Jógvansdóttir
2015 Annika Hoydal Palli Gregoriussen Andrias Høgenni
2014 Torbjørn Olsen Tey av Kamarinum Mattias Kapnas
2013 Tróndur Patursson Árni Dahl Trygvi Danielsen
2012 Tóroddur Poulsen Marianne Clausen Silja Strøm
2011 Jóanes Nielsen Kristian Blak Sakaris Stórá
2010 Sunleif Rasmussen Jonhard Mikkelsen -
2009 Kári P. Laura Joensen -
2008 Ebba Hentze Martin Tórgarð -
2007 - eingin virðisløn latin - eingin virðisløn latin -
2006 Zacharias Heinesen Jógvan Isaksen -
2005 Tita Vinther Emil Jull Thomsen -
2004 - eingin virðisløn latin - eingin virðisløn latin -
2003 Hanus Kamban Ólavur Hátun -
2002 Gunnar Hoydal Axel Tórgarð -
2001 Eyðun Johannesen Fuglafjarðar Sjónleikarafelag -
2000 Ingálvur av Reyni - -
1999 Jens Pauli Heinesen - -
1998 Regin Dahl - -

Harumframt eru tríggjar øðrvísi virðislønir latnar. 

Í 2010 fekk Jóhan Hendrik Winther Poulsen Málrøktarvirðisløn Landsins.

Og í 2001 og í 2006 vórðu serstakar virðislønir latnar til ávikavist Ebbu Hentze og Jón Hilmar Magnússon.  

Ársins dómsnevnd

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir.

Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Alda Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982

Meira um sama evni