Punktum ikki sett fyri leitingini enn

Punktum ikki sett fyri leitingini enn
Enn hava líkindi ikki verið at sleppa til nøkur støð í Fugloy, har tyrla, staðkend fólk og løgregla ikki fingu leitað eftir einum ferðamanni
 
23.01.2019 - 16:38

Enn hava líkindi ikki verið at sleppa til nøkur støð í Fugloy, har tyrla, staðkend fólk og løgregla ikki fingu leitað eftir einum ferðamanni, sum hvarv í oynni 11. januar.

Leitingin eftir 29 ára gamla ferðamanninum úr Eysturríki, sum hvarv í Fugloy, steðgaði 15. januar, og enn hava líkindi ikki verið at leita, har leitast ikki kundi tá, sigur løgreglan.

Ringar umstøður eru at ganga í fjøllunum í løtuni, og so skjótt líkindini verða frægari, verður eisini leitað á teimum støðunum, har tað higartil ikki hevur borið til at leita eftir manninum.

Løgreglan ger ikki meira við málið í løtuni, uttan so at okkurt verður funnið, ið gevur orsøk at taka leitingina uppaftur. Eingi nýggj vitni hava vent sær til løgregluna, síðani skipaða leitingin steðgaði týsdagin í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401