Nú eru bara fýra eftir

Nú eru bara fýra eftir
Nú er greitt, hvussu spælt verður í hálvfinalunum í HM-kappingini í hondbólti
Mikkel Hansen og liðfelagarnir eru í HM-hálvfinaluni
 
23.01.2019 - 21:58

Tað er møguleiki fyri, at tvey norðurlond koma at spæla HM-finaluna í hondbólti.

Danmark vann í kvøld á Svøríki, og spældi seg samtundis víðari til HM-hálvfinalu.

Danmark vann 30-26. Støðan í hálvleikinum var 13-13. 

Føroyingurin í danska landsliðshópinum, Jóhan á Plógv Hansen, kom ikki á vøllin.

Ein stuttur samandráttur frá dystinum kann síggjast her

Úrslitið hevði samtundis við sær, at tað verður Noregi og ikki Svøríki, sum eisini kemur víðari til hálvfinalu.

Noregi vann fyrr í dag 35-26 á Ungarn.

Hini bæði londini, sum eru komin víðari, eru Týskland og Frakland.

Báðar hálvfinalurnar verða spældar fríggjadagin.

Frakland-Danmark Fríggjadagin 16.30
Týskland-Noregi Fríggjadagin 19.30
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011