Kann als ikki góðtakast

Kann als ikki góðtakast
Álvarslig brek í roknskapi landsins fyri 2017, sigur Fíggjarnevndin
Løgtingið fer mikudagin at atkvøða um landsroknskapin fyri 2017.
 
04.02.2019 - 07:28

Hetta eru viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast.

Tað er avgerandi fyri fíggjarstýringina hjá landinum at síggja til, at hetta ikki hendir aftur. 

Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi landsstýrisfólki og í síðsta enda hjá løgmanni at tryggja, at hetta verður fingið í rættlag beinanvegin. 

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um roknskapin hjá landinum fyri 2017 og tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum, sum løgdu roknskapin fyri tingið 2.november.

Grannskoðararnir vísa á, at nøkur av teimum afturvendandi átøkunum eru vorðin betri seinnu árini.

Týðandi brek

Tó eru týðandi brek, tá talan er um at halda játtanarreglurnar, og vantandi avgerðir hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum í sambandi við, at Landsverk skuldarbindur landið.

Fyrivarni verður tikið fyri roknskapinum hjá sjúklingaviðgerðum uttanlands. 

Grannskoðararnir leggja dent á, at týðandi játtanarreglur verða ikki tiknar í álvara. 

Fróðskaparsetrið hevur bókað eina millión krónur í húsaleigu fyri 2017 í fíggjarárinum 2018. 

Umhvørvisstovan hevur bókað útreiðslur á tiltakið ferð á grøna orku, uttan at vøra ella tænasta er fingin afturfyri í fíggjarárinum. 

Grundleggjandi reglur 

Fíggingarleisturin í sambandi við orkutøk brýtur grundleggjandi reglur í játtanarlógini og roknskaparlógini. 

Landsverk skuldarbindur landið við langtíðarleigumáli, sum kemur í staðin fyri keyp. 

Síðani 2012 hevur verið ógreitt, um avlop av óbrúktari játtan hjá Granskingargrunninum skal falla aftur til landskassan. 

Hetta eru viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast, siga løgtingsgrannskoðarnir og nú eisini Fíggjarnevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018