Samgongan vil framvegis ikki atkvøða fyri uppskoti

Samgongan vil framvegis ikki atkvøða fyri uppskoti
Men meirilutin í Fíggjarnevndini, andstøðan, tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at geva heimavirki fíggjarligar lættar
 
08.02.2019 - 07:48

Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at sleppa heimavirki undan meirvirðisgjaldi og geva heimavirkinum skattalætta.

Broytingin verður ein kærkomin hjálp hjá øllum teimum, sum fáast við heimavirki kring landið, sigur meirilutin. Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum nú er samgongan, vísir aftur hesa ferð á, at heimavirki er ikki lýst nóg væl.

Uppskotið var eisini í tinginum í tingsetunum 2015, 2016 og í 2017. Men heldur ikki tá tók samgongan undir við tí. Og tað ger hon heldur ikki nú, uppskotið fyri fjórðu ferð er í tinginum.

Fjórðu ferð

Samgongan sigur, at uppskotið hjá Fólkaflokkinum er ábending um misskiltan vinnupolitikk og misskiltan javnstøðupolitikk. 

Neiligu avleiðingarnar eru nógv størri enn tær jaligu hjá teimum, sum fáa ágóðan av uppskotinum, og tí mugu aðrar loysnir finnast, sum fjálga um heimavirki. 

Eitt dømi er, at fólk, sum selja nógvar heimavirkaðar vørur, bara kunnu verða kravd eftir mvg-uppgerð eina ferð um árið. Tey kunnu eisini fáa fakliga ráðgeving til at gera mvg-uppgerð, heldur samgongan í Fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343